Seinastu tíðindi
10. januar

Tilmelding til forskúla

Enn er møguligt at melda til forskúla til komandi skúlaár á heimasíðuni: www.litliskuli.fo/tilmelding.Vit skulu gera vart við, at bert fá pláss eru eftir.

Í Lítlaskúla eru vit sannførd um, at børn hava lættast við at læra ígjøgnum verkligar tilgongdir og upplivingar. Tí hava vit ein fastan útiskúladag um vikuna og fleiri evnisvikur hvørt ár. Hesin læruháttur gevur børnunum møguleika fyri at læra um ávís evni á ein øðrvísi hátt, og har fleiri lærugreinar verða samantvinnaðar. Umframt at hvør útiskúladagur hevur eitt ávíst fakligt endamál, fáa næmingarnir eina rúgvu av sansastimbrandi upplivingum, ið hava gagnliga ávirkan á menningina og læringina.

Í Lítlaskúla ynskja vit, at øll kenna hvønn annan og hava møguleika at skapa sambond sínámillum uttan mun til árgang og aldur. Í so stóran mun sum umstøðurnar loyva tí, arbeiða vit eisini við blandaðum árgangum. Hetta hava vit sera góðar royndir við - vit síggja nýggj vinarbond blóma, og at teir eldru næmingarnir taka ábyrgd og hjálpa teimum yngru. Á hendan hátt fáa næmingarnir eftir okkara sannføring eina kenslu av felagsskapi og tryggleika, ið er ein fortreyt fyri trivnaði og menning.

  


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024