Telefonpolitikkur
Í Lítlaskúla hava vit hendan telefonpolitikkin:
- Børnini verða eggjaði til ikki at hava telefon við í skúla.
- Tey, sum hava telefon við, skulu sløkkja hana og leggja hana í telefonkassan, tá skúladagurin byrjar, og fáa hana aftur, tá skúladagurin er liðugur.
- Børnini sleppa at læna telefonina hjá skúlanum, um neyðugt, men foreldur og børn verða eggjað til at gera avtalur um, hvat barnið skal og/ella sleppur eftir skúlatíð frammanundan, so tað ikki er neyðugt at ringja so nógv. Hetta er við til at menna sjálvbjargni og ábyrgdarkenslu.
- Tá vit fara á seturskúla ella longri úferðir sleppa børnini ikki at hava telefon við.
Afturat hesum tosa vit javnan um telefon- og skíggjanýtslu – bæði í flokkunum og á foreldrafundum. Fleiri flokkar hava gjørt felags avtalur um skíggjanýtslu og nær børnini fáa snildfon. Hetta kann vera ein góð hjálp til at tálma um nýtsluna.
Vit eggja øllum til at fylgja skíggjaráðunum hjá Fólkaheilsuráðnum.