Skúlin

Um Lítlaskúla

Lítliskúli er ein lítil, nærverandi og skapandi skúli, har børn trívast og læra í tryggum rammum. Vit hava eina tilgongd til læring, sum byggir á heildarmenning, og har yrkisfri, kreativitetur, rørsla og felagsskapur hanga neyvt saman. 

Av tí at vit eru ein lítil skúli, hava vit møguleika fyri at læra bæði børn og familjur væl at kenna. Hetta fostrar tryggleika, samanhang og sterkar relatiónir í dagligdegnum. Við smáum flokkum og greiðum kørmum skapa vit eitt róligt námsumhvørvi, har allir næmingarnir blíva ein natúrligur partur av felagsskapinum - bæði fakliga og sosialt. 

Undirvísingin er fjølbroytt og virkin. Vit arbeiða miðvíst við bókligu lærugreinunum og námstlanunum, men seta hesi saman við rørslu, handaligum virksemi, tónleiki, list og náttúru. Fasti vikuligi útiskúlin og regluligu evnisvikurnar skapa rúm til hugdýping, kreativitet og nýggjar hættir at undirvísa og læra. Vit trúgva uppá, at børn læra best, tá tey uppliva at undirvísingin gevur meining, er sansalig og hugfangandi. 

Felagsskapur er grundarsteinurin undir Lítlaskúla. Vit leggja dent á samstarv, virðing og ábyrgd - og á at bønini venja seg í at luttaka aktivt í einum felags námsumhvørvi. Næmingarnir hava ávirkan ígjøgnum felags virksemi og luttøku, og vit arbeiða tilvitað við floksmentan og trivnaði bæði í skúlanum og aftaná skúlatíð. 

Tætt samstarv ímillum skúla og heim er ein sjálvsagdur partur av okkara dagligdegi. Tað hevur stóran týdning at foreldur og skúli samskifta væl og samstarva um trivnaðin og menningina hjá barninum. Vit taka okkum tíð til persónlig sambond og til at koma at kenna hvørja einstaka familju. 

Lítliskúli er ein staður, har børn sleppa at vera børn - forvitin, skapandi og virkin - og har tey menna bæði bókligan dugnaskap, sosialar førleikar og gleðina við at læra. 

Á breddanum høgrumegin er meira kunning um visjón, virðisgrundarlag, dagligdagin í skúlanum og annað viðkomandi.