Seinastu tíðindi
5. apríl

Gleðiligar páskir

Vikuna uppundir páskafrítíðina var evnisvika í Lítlaskúla, har børnini hoyrdu páskasøguna og arbeiddu í ymiskum handaligum verkstovum við træ, ull, páska list og gjørdu páskabøkur. Vikan endaði við eini postarenning við spurningum úr páskasøguni, og sigast má at næmingarnir hava fylgt væl við, tí sera tætt var ímillum bólkarnar.

Føroyski móðurmálsdagurin fall eisini í evnisvikuni, og hendan dagin var tíð sett av til at lesa føroyskar bøkur.

Í páskavikuni, tvs. mána- til mikudag var frítíðarskúlin opin, og hesar dagarnar var frítíðarhugni, sum endaði við eggjaveiðu í viðarlundini, áðrenn farið var í páskafrí.

Vit í Lítlaskúla ynskja tykkum øllum gleðiligar páskir, og vit gleða okkum at síggja tykkum aftur týsmorgunin kl. 8.00.


Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026
Frítíðar­skúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026