Viðtøkur

Viðtøkur

1. Heimstaður og endamál

§ 1. Lítliskúli er ein sjálvsognarstovnur heimahoyrandi í Tórshavnar kommunu. Skúlin er stovnaður av einum áhugabólki umboðandi fólkaskúlalærarar, musikklærarar, listafólk, námsfrøðingar og foreldur í Tórshavnar kommunu og er settur á stovn sum sjálvsognarstovnur frá xx. MÁNAÐUR 2016 at rokna.

§ 2. Endamál sjálvsognarstovnsins er at veita eitt samskipað heildartilboð við forskúla, frískúla og frítíðarskúla eftir galdandi lógum og kunngerðum.

Stk. 2. Endamál skúlans er at útinna undirvísingarvirksemi á hesum grundarlagi:

At nøkta eftirspurninginum eftir einum lítlum barnaskúla, sum virkar við støði í heildarmenning og meginregluni um, at børn læra best í einum tryggum, sunnum og skapandi umhvørvi.Vangamynd skúlans er tónleikur, list og rørsla.

2. Rakstur skúlans

§ 3. Rakstur skúlans er framdur við sjálvbodnum stuðli frá áhugabólkinum, foreldragjaldi og við stuðli frá landi og kommunu.

Stk. 2. Eitt møguligt avlop av rakstri skúlans verður lagt í sjálvsognarstovnin og kann bert nýtast til at røkja undirvísingarendamál stovnsins.

3. Foreldrabólkur og áhugabólkur

§ 4. Foreldrabólkurin umboðar foreldur/verjar at børnum í skúlanum.

Stk. 2. Áhugabólkur eru lærarar, námsfrøðingar, tónleikarar, listafólk og onnur, ið vilja virka fyri endamáli skúlans.

4. Ársfundur

§ 5. Regluligur ársfundur verður hildin á skúlanum í mai mánaði. Lýst verður við teldubrævi til limirnar í foreldrabólkinum og áhugabólkinum í seinasta lagi 14 dagar undan fundinum og við hesi fundarskrá:

1.       Val av fundarstjóra
2.       Stýrið leggur fram frágreiðing
3.       Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram.
4.       Val av stýrislimum og varalimum smb. § 6.
5.       Innkomin uppskot
6.       Ymiskt

Stk. 2. Ynski um viðgerð av uppskotum á regluliga ársfundinum skulu skrivliga latast stýrinum í seinasta lagi 1. apríl. Uppskot verða send áhugabólkinum saman við fundarboðunum til ársfundin.

Stk. 3. Eftir áheitan frá stýrinum ella áhugabólkinum kann eyka ársfundur verða hildin. Fundarboðini eru sum til regluligan ársfund. Fundarskráin skal lýsast saman við fundarboðunum.

Stk. 4. Niðurstøður frá fundinum verða skrivaðar í gerðabók, sum verður undirskrivað av fundarstjóranum.

5. Samanseting av stýrinum

§ 6. Skúlastýrið hevur 5 limir:

  • 2 limir verða valdir í millum foreldur, ið hava børn í skúlanum. Foreldur eru tey, sum hava foreldramyndugleikan
  • 2 limir verða valdir av áhugabólkinum
  • 1 limur verður valdur av - og millum teirra - ið starvast í skúlanum 

Stk. 2. Formaðurin verður valdur millum umboðini fyri áhugabólkin ella foreldrabólkin.

Stk. 3. Eitt eykaumboð verður valt fyri hvønn av bólkunum í stk, 1 og 2.

Stk. 4. Stýrislimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Afturval er møguligt.

6. Uppgávur skúlastýrisins

§ 7. Skúlaleiðarin er skrivari stýrisins og tekur lut uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.

Stk. 2. Stýrið hevur fund í minsta lagi 3 ferðir um árið. Eisini verður fundur um 3 stýrislimir ynskja tað.

Stk. 3. Formaðurin gevur luttakarunum fundarboð saman við fundarskrá eina viku undan fundinum.

Stk. 4. Formaðurin leiðir samráðingar og atkvøðugreiðslur og syrgir fyri, at avgerðir verða førdar í gerðabók. Aftan á hvønn fund undirskriva luttakararnir gerðabókina. Hvør einstakur hevur rætt til at fáa sína øðrvísi áskoðan førda í gerðabókina. Formaðurin syrgir fyri, at tiknar avgerðir verða fylgdar.

Stk. 5. Stýrið er viðtøkuført, tá ið minst 4 limir eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við meiriluta. Í førum við atkvøðujavna hevur formaðurin avgerandi atkvøðuna.

§ 8. Ein stýrislimur er ógegnigur í málum, har viðkomandi ella næstingar hansara hava fíggjarligan ella serstakan persónligan áhuga í úrslitinum av málinum. Almennar reglur fyri ógegni og tagnarskyldu, galdandi í almennari umsiting, eru galdandi fyri stýrislimir.

§ 9. Stýrið er ovasta leiðsla í skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum skúlans. Eftir tilmæli skúlaleiðarans góðkennir stýrið virksemið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.

Stk. 2. Tá ið eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis boðast landstýrismanninum.

Stk. 3. Stýrið hevur rætt til innlit í roknskaparviðurskiftini og skal góðkenna rakstrarætlan og roknskap fyri skúlan.

Stk. 4. Stýrið ásetur foreldragjald.

Stk. 5. Stýrið setur í starv og loysir úr starvi leiðaran, lærarar og onnur starvsfólk. Leiðarin kann seta starvsfólk, sum eru í arbeiði ein part av skúlaárinum.

7. Tekningarrættur

§ 10. Stovnurin verður teknaður av formanni stýrisins saman við skúlaleiðaranum. 

8. Skúlaleiðari

§ 11. Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av stovinum. Skúlaleiðarin hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av:

1.       at galdandi lógir og reglur verða hildnar
2.       at undirvísing og mennning verða framd samsvarandi galdandi reglum
3.       at undirvísingarligu og námsfrøðiligu viðurskiftini eru í lagi
4.       at tann av stýrinum góðkenda rakstarætlan verður hildin
5.       at skúlans virksemi er samsvarandi avgerðum og ásetingum stýrisins.

9. Roknskapur

§ 12. Roknskaparárið fylgir álmanakkaárinum.

Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skal sendast landsstýrismanninum til kunningar. Grannskoðaði roknskapurin verður sendur stýrinum til framløgu á fyrstkomandi almenna ársfundi til góðkenningar.

10. Broyting av reglugerð

§ 13. Broytingar í viðtøkunum kunnu fara fram eftir samtykt á tveimum hvørt eftir øðrum fylgjandi stýrisfundum við 14 daga millumbili.

Stk. 2. Á báðum stýrisfundunum skulu broytingarnar í viðtøkunum samtykkjast av einum meiriluta av samlaða talinum av stýrislimum. Broytingar í viðtøkunum skulu sendast landsstýrismanninum til góðkenningar.

11. Avtøka

§14. Avgerð um at avtaka sjálvsognarstovnin kann bert takast av stýrinum.

Stk. 2. Heldur stovnurin uppat við at hava skúlavirksemi sambært endamálsgreinini, skal hann avtakast.

Stk. 3. Tað er skylda skúlastýrisins at boða Mentamálaráðnum og Tórshavnar kommunu frá um avtøku skúlans.

Stk. 4. Verður stovnurin avtikin, er tað sitandi stýrið, sum hevur ábyrgd av, at øll virðurskifti hjá stovninum verða avgreidd.

Stk. 5. Verður stovnurin avtikin, fer møgulig ogn til land og kommunu eftir býtislykli, sum verður roknaður við støði í lutfalssligum stuðli.

§ 15. Hesar viðtøkur um stýri skúlans og fíggjarlig viðurskifti eru galdandi, tá tær eru góðkendar av Mentamálaráðnum og Tórshavnar kommunu.