Seinastu tíðindi
25. august

10 ára føðingardagur

Mánadagin 15. august í 2016 lat Lítliskúli, frískúli og frítíðarskúli í Havn á fyrsta sinni hurðarnar upp. Tá byrjaðu 25 børn í ávikavíst forskúla og 1., 2. og 3. flokki í skúla og frítíðarskúla. 
Nógv er hent síðani. Næmingatalið er hækkað, starvsfólkahópurin øktur og skúlans karmar nakað broyttir – men leisturin fyri skúla- og frítíðarskúlavirksemið er hitt sama:  
Flokkarnir telja enn í mesta lagið 16 næmingar. Lítliskúli hevur útiskúladag hvørja viku, 5 evnisvikur um árið, næmingarnir fáa mat hvønn dag, kvirra og morgunsangur eru hvønn dag - júst sum vit halda tað eigur at vera. Og enn ljóðar eitt ”góðan morgun” frá tí vaksna á beinkinum í gongini, tá tú trínur inn í skúlan áðrenn skúladagurin byrjar. 
  
Fríggjadagin 28. august hátíðarhalda vit, at Lítliskúli fyllir 10 ár! 
Rættur veistludámur verður fríggjadagin 28.august á Hoyvíksvegi 56 b við tónleikaframførslum, kórsangi og felagssangi, báli og drekkamunni. 
Vit vóna, at nógv tykkara vilja taka tykkum stundir at koma framvið at heilsa uppá okkum. Øll eru vælkomin - bæði fyrrverandi og núverandi næmingar, foreldur, starvsfólk og stýrislimir, øll áhugaði og forvitin - stór sum smá. 
  
Vit vóna, at tú/tit hava stundir og hug at koma at heilsa uppá okkum til móttøku fríggjadagin 28. august kl.14.00 - 16.00. 

 

Heilsan vit øll í Lítlaskúla


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026