17. juli
Góða summarfrítíð
Lítliskúli vil við hesum myndum ynskja øllum eitt gott summar
Á myndunum síggja tit eitt lítið klípi av tí, sum børnini upplivaðu í mai/juni.
- Í framúr summarveðri vitjaðu okkara 5. og 6.flokkur okkara vinir í 5.og 6.flokki í Hobro Friskole. Og tey vitjaðu okkum í so tjúkkum mjørkaveðri, sum tey ongantíð høvdu upplivað áður.
- Allir flokkar hava plantað spírar út í okkara matliga skúlagarð. Vónandi verður nógv leskiligt grønmeti at heysta í heyst.
- Allur skúlin var útferð í Kirkjubø og Nólsoy - sum tað var deiligt og spennandi!
- Várið hevur havt við sær fittar og mjúkar høsnarungar.
- Í frítíðarskúlanum hava vit prentað summarprent við blómum og sagt farvæl við okkara næmingar í 3.flokki, sum skulu byrja í Margarinfabrikkini eftir summarsteðgrin. Og so bleiv gummibáturin, sum vit funnu á botninum í Hoyvíkstjørn, lappaður og royndur. Ein sera spennandi felagsuppgáva og uppliving.
- Skúlaárið endaði við einum sorgblíðum farvæl til okkara fittu, røsku og dugnaligu næmingum í 6.flokki. Eftir summarfrítíðina fara tey í aðrar skúlar at ganga í hádeild. Men áðrenn tey fóru, skipaðu tey fyri stórslidnari summarveitslu fyri foreldrum og avvarandi við kaffistovu, sølubúð og tónleiki. Tey skipaðu fyri stuttligum undirhaldi fyri øllum skúlanum.
- Vit ynskja tykkum alt tað besta framyvir góðu tit í undanfarna 6.flokki!
Takk øll somul fyri eitt gott, læruríkt og stuttligt skúlaár 25/26.
Vit síggjast aftur mikudagin 12.august 2026.
Góða summarfrítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslandsliðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026
Frítíðarskúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026
Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla
16.01.2026