Frítíðarskúlin

Í frítíðarskúlanum í Lítlaskúla virka vit fyri, at børnini kenna frítíðarskúlan sum eitt fríðstað - har tey kunnu fordjúpa seg í spæli, onkrum kreativum ella njóta útilívið. Vit leggja stóran dent á, at tíðin hjá børnunum í frítíðarskúlanum er teirra frítíð, og at børnini skulu uppliva frítíðarskúlan sum eitt gott og trygt stað.

Vit bjóða børnunum at luttaka í ymsum virksemi, men tað stendur teimum frítt at velja, um tey luttaka ella ikki.

Børnini fáa eitt fjølbroytt frítíðartilboð við bæði innandura og uttandura virksemi, har motorikkur, skynsemi og kreativu evnini verða avbjóðað. 

Hvønn dag umleið kl.14 bjóða vit millummála. Vit leggja okkum eftir at hava ein fjølbroyttan og heilsugóðan millummála.

Eisini ber til at lesa um frítíðarskúlan á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/fritidarskuli/finn-fritidarskula/fritidarskulin-i-litlaskula