Næmingaráð

Næmingaráð

Í tráð við barnarættindasáttmálan, hevur Lítliskúli eitt næmingarráð, har allir flokkarnir eru umboðaðir. Vit leggja stóran dent á, at børnini læra um fólkaræði, at tey kenna seg hoyrd og sædd, og at tey merkja, at tey hava ávirkan. 

Niðanfyri eru viðtøkurnar fyri næmingarráðið. 

Í Føroyum er tað Barnanna umboðsmaður, Hanna Vang, sum umsitur barnarættindasáttmálan. Hana kunnu øll venda sær til - eisini børn: https://www.lum.fo/bum 

Á hesari leinkuni er nógv gott tilfar um barnarættindi: https://snar.fo/barnaraettindi 

 

Viðtøkur fyri næmingaráð í Lítlaskúla 

Grein 1 

·         Lítliskúli hevur eitt næmingaráð. 

·         Endamálið við næmingaráðnum, er at virka fyri størri ávirkan hjá næmingunum á egin viðurskifti og fyri góðum, tryggum og mennandi umstøðum at læra og trívast í Lítlaskúla. 

Hetta verður gjørt við: 

1.        At arbeiða fyri, at næmingarnir fáa høvi at varðveita og menna førleikarnar at virka í einum fólkaræðiligum samfelag. 

2.       At verja og umboða áhugamál næminganna í øllum viðkomandi viðurskiftum.

3.       At styrkja samanhaldið í Lítlaskúla og stimbra tilvitan, bæði tá tað snýr seg um læru og trivnað. 

4.       At arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum næmingar, lærarar, leiðslu, foreldur og skúlastýrið. 

·         Næmingaráðið røkkur endamálinum gjøgnum egið virksemi, og í samstarv við hinir næmingarnir.

 

Grein 2 

·         Valbari og valrætt til næmingaráðið hava allir næmingar skúlans 

 

Grein 3 

·         Í samráð við flokslærara og næmingar verða tríggir næmingar uppstillaðir fyri hvønn flokk/árg. 

 

Grein 4 

·         Flokkarnir hava val til næmingaráðið árliga við skúlaársbyrjan. Valdagurin skal verða fráboðaður í minsta lagi eina viku frammanundan.

 

Grein 5 

·         Á fyrsta næmingaráðsfundi, eftir at næmingaráðini eru vald, skipa ráðini seg við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistari og nevndarlimi. 

·         Fundir í næmingaráðnum verða hildnir eftir tørvi, tó í minsta lagi 5 ferðir um árið. Allir næmingaráðslimir kunnu seta uppskot til mál á skrá. Fundir í næmingaráðnum verða hildnir í skúlatíð. 

·         Næmingaráðið er viðtøkuført, tá ið 4/5 av limunum eru møttir á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er formansins atkvøða avgerandi. 

·         Við endan av hvørjum skúlaárið, skipa næmingaráðini fyri fundi, har allir næmingar í skúlanum kunnu koma við. Frágreiðingar frá forkvinnuni/manninum verða lagdar fram, og mál sum viðvíkja øllum næmingum skúlans kunnu verða sett á skrá. 

 

Grein 6 

·         Viðtøkur kunnu broytast, um allir av næmingaráðslimunum eru møttir á fundi, og um 4/5 av teimum møttu atkvøða fyri hesum. 

 

Grein 7 

·         Samtykt á næmingaráðsfundi tann 23.11.18 og kemur í gildi beinanvegin