Tilmelding til Lítlaskúla
Tilmelding fer fram á oyðublaði, sum er á breddanum til høgru.
Upptøka til forskúlan í Lítlaskúla
Pláss er fyri 18 børnum í forskúlanum. Sum meginregla verður tikið inn í teirri raðfylgju, sum tey eru meldaði til. Tó fylgja vit eisini niðanfyri nevndu treytum:
- Miðað verður eftir at kynsbýtið er javnt í flokkinum
- Systkin hava framíhjárætt
- Børn hjá starvsfólkum hava framíhjárætt
- Í Lítlaskúla er umráðandi, at øll fáa eitt hóskandi og mennandi tilboð, og tí verða børn við serligum tørvi tikin inn eftir umstøðunum.
Øll tey uppskrivaðu verða boðin til samrøðu tíðliga í nýggja árinum. Samrøðan fer at snúgva seg um, um hetta er rættað tilboðið fyri barn og foreldur.
Um fult er í forskúlanum, er møguligt at koma á bíðilista.
Upptøka til 1. flokk
Børn í forskúlanum hava framíhjárætt at flyta upp í 1.flokk. Um pláss er, taka vit eisini nýggjar næmingar í 1.flokk. Mannagongdin er tann sama sum upptøkan til forskúlan, sí omanfyri.
Tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til skúlan, ella støkka inn á gólvið.