Hetta siga foreldur

Viðmæli frá foreldrum

"Forskúlin hevur veriđ ótrúliga góđur fyri dóttur mína, sum eg helt hevđi tørv á meira avbjóđingum enn barnagarđurin hevđi at bjóđa uttan tó, at alt spæl skuldi takast burtur. Á ein kreativan og hugnaligan hátt hava tey lært og eisini spælt seg til lærdóm. Lærarnir hava verid fantastiskir! Og ikki at gloyma alt annađ sum tey fáa afturat viđ kórinum, útidagurin, hønir og fleiri evnisvikur. Tađ sum serliga ger skúlan so góđan er at hann er lítil! Næmingarnir fáa pláss og verda hoyrdir og alt er bara deiiiliga hugnaligt." Mamma at barni í forskúla 

-

"Vit valdu Lítlaskúla, tí at vit ynsktu at bjóða dóttur okkara eina ørðvísi uppliving av skúlaskapi. Vit sóu Lítlaskúla sum eitt gott stað við góðum menningarmøguleikum, har kreativa barnasálin sleppur at liva og spæla seg inn í vitanina. Børn eru børn og náttúran er tey fyrstu árini teirra stóra granskingarstað og tí vóru vit sera fegin um, at Lítliskúli vildi loyva børnunum ein heilan dag um vikuna til at granska náttúruna. Hetta sannførdi okkum sum foreldur um, at hetta var ein røtt avgerð og vit eru takksom. Ein ørðvísi tilgongd til vitanina, ið tó fylgir námsætlanini, sum við hugtakandi frálæruháttum fekk okkum ikki at ivast. Vit eru fegin og barnið vísir gleði og framburð. Her er so nógv gott, ein góður felagsskapur og góður trivnaður. Úrslitið er ein búnaður ungi, sum á sínum egnum beinum roynir sítt flog-vit." Mamma at barni í forskúla

-

"Vit fóru til Opið hús á Lítlaskúla og fingu aftaná hetta tiltak sera stóran áhuga fyri skúlanum. Námsfrøðiliga hugsjónin ljóðaði spennandi, hølini vóru hugnalig og innilig men mest av øllum var tað stóra entusiasman, ið lýstu út úr starvsfólkunum, ið hugtók okkum.Barn okkara hevur nú verið tvey ár í Lítlaskúla og trívist sera væl. Tað hevur ment seg nógv og lært eina rúgvu, bæði bókligt, handaligt og sosialt. Vit sum foreldur hava eitt tætt og gott samskifti við starvsfólkini og eru sera glað um hetta." Mamma at barni í 2.fl.

-

"Ímynda tær, um tað stóð "kvirra" á tímatalvuni hjá tær. Og, at tú hevði ein fastan útidag um vikuna - har læringin fór fram, td. á útferð til ymisk støð úti í veruleikanum. Hetta, meti eg, er kjarnan í Lítlaskúla. Eisini sigur hetta mær, at her skilja tey tørvin hjá barninum. Hvønn morgun situr ein lærari á bonkinum, í eygnahædd, og tekur ímóti børnunum; "Góðan morgun" verður sagt við barnið, "góðan morgun" svarar barnið. Nú er skúlin byrjaður, og eg kann trygt siga farvæl. Dóttir okkara stórtrívist í Lítlaskúla. Hon lærir at verða sjálvstøðug og at taka ábyrgd, bæði av sínari egnu læring, sær sjálvari, og eisini av sínum flokksfelagum. "Tí tað er týdningarmikið, at verða ein góður vinur", sigur hon. Hon kemur heim og fortelur, hvar tey hava verið, hvat tey hava upplivað í náttúruni og hon vísir okkum, hvat hon hevur lært, t.d. at tekna í list, hvussu tey massera hvørjum øðrum, planta urtir og hon syngur fyri okkum - tí eitt kór hava tey eisini í Lítlaskúla. Rokning er ein kærkomin avbjóðing fyri dóttirina, og vit foreldur fáa álagt okkum at lesa heima við barninum hvønn dag. Ikki bara gevur hetta barninum góða venjing - men eisini skapar henda løtan rammuna fyri einum góðum práti, um dagin ið fór. Kann ikki ímynda mær ein betri skúla til mítt barn." Mamma at barni í 1. fl.

-

"Lítliskúli er eitt hitt! Sonur okkara trívist so væl í forskúlanum og fer heilt vist at halda fram í 1. flokki. Lítli flokkurin og góða manningin ger, at hann kennir seg tryggan, og verður bæði hoyrdur og sæddur. Tímatalvan er fjølbroytt og okkum dámar serliga væl, at tey kreativu fakini - list, tónleikur og rørsla - eru høgt sett, og at tað eru fakfólk, ið undirvísa børnunum í hesum. Vit viðmæla Lítlaskúla til øll børn og vaksin." Mamma at barni í forskúla

-

"Eg eri ógvuliga glað fyri Lítlaskúla, har sleppa børnini at vera børn uppá ein naturligan máta, og koma tæt uppá verðina runt um tey. Lítlaskúli hevur fantastiskar útidagar, og hvørja ferð dóttur mín hevur verið til ein slíkan, hevur hon nógv spennandi at fortelja. Skúlin er ikki stórur og tað er ein styrki hjá skúlanum, har er altíð tíð til hvørt einstakt barn so innlæringin er á hægsta stigi. Eg havi ofta ynskt, at eg sjálv gekk á einum slíkum skúla tá eg var barn." Mamma at barni í 1. fl.

-

"Vit valdu at koyra sonin í forskúla í Lítlaskúla, tí vit hildu, at hann hevði brúk fyri meira avbjóðingum enn hann fekk við at vera í barnagarði eitt ár afturat. Vit valdu eisini Lítlaskúla, tí okkum dámdi væl tankan um ein lítlan skúla, har betri rúm er fyri tí einstaka barninum, og har tónleikur og list eru ein partur av undirvísingini. Eftir eitt ár í forskúlanum, valdu vit, at hann skuldi halda fram í Lítlaskúla í 1. flokki, tí hann treivst so sera væl, og tí vit vóru glað fyri skúlan. Sonur okkara hevur ment seg sera nógv hesi tvey árini og tað á fleiri umráðum. Hann hevur ment seg bókliga, er glaður fyri at lesa og hevur tikið seg nógv fram. Hann hevur ment seg nógv sosialt og hevur fingið góðar vinir. Hann hevur verið eitt sindur afturhildin, men t.d. torir hann nú væl at standa fram í flokkinum og tosa fyri øllum. Hetta síggja vit sum tekin um, at hann kennir seg tryggan har, og tað er blivið nakað náttúrligt at standa fram. Hann spælir við nógv ymisk børn eisini uppá tvørs av árgangum. Listarliga ella kreativt hevur hann lært nógv nýtt og er sloppin at brúka sítt hugflog og evnir í skúlanum. Hann er altíð í gongd við nýggj “projekt” bæði í skúlanum og heima.

Samanumtikið eru vit sera glað fyri, at vit valdu Lítlaskúla, og at síggja sonin skunda sær upp um morgunin og fara glaður í skúla, sigur okkum, at vit valdu rætt." Mamma at barni í 1. fl.