Virðisgrundarlag skúlans
- Í Lítlaskúla síggja vit fyrst og fremst, at einstaka barnið virkar væl í sjálvum sær.
- Í Lítlaskúla síggja vit barnið í síni heild við sínum serstøku gávum og dygdum. Vit leggja dent á, at hvørt einstaka barnið í so stóran mun sum til ber fær brúkt og ment allar sínar gávur.
- Í Lítlaskúla eru vit sannførd um, at børn hava lættast við at læra igjøgnum verkligar tilgongdir og upplivingar.
- Í Lítlaskúla er fjølbroytni og ymiskleiki ein dygd. Í Lítlaskúla viðgera vit øll líka við at geva ymiskleikanum gætur.
- Í Lítlaskúla raðfesta vit fakliga dygd og skapandi hugflog høgt. Vit skilja menningina sum eina heild, har hugsanarligu, skapandi, felagsligu og likamligu síðurnar eru neyvt tengdar saman.
- Í Lítlaskúla hava tónleikur og list ein týðandi leiklut, tí hesi stimbra hugflogið og skapanarevnini, lætta um innlæringina og fáa barnið at trívast betur.
- Í Lítlaskúla leggja vit dent á at hava ein góðan samverutóna og eitt viðurkennandi og uppbyggjandi samskifti. Børnini læra fyribyrgjandi handfaring av ósemjum, og happing verður ikki góðtikin.
- Í Lítlaskúla er rørsla og heilsugóður kostur ein grundleggjandi fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist væl.
- Í Lítlaskúla er náttúran ein týðandi partur av læringarumhvørvinum, tí hetta hevur gagnliga ávirkan á heilsuna, trivnaðin og læringina hjá barninum. Ein dagur um vikuna er útidagur.
- Í Lítlaskúla lærir barnið at taka ábyrgd, at hava ávirkan og at veita øðrum hjálp, tí tað fremur barnsins egnu læring.
- Í Lítlaskúla leggja vit dent á, at einstaka barnið so týðliga sum til ber lærir at stíga fram og bera sín boðskap fram umvegis talaða og skrivaða málið ella á annan hátt t.d. gjøgnum tónleik ella list.
- Í Lítlaskúla leggja vit dent á at røkka øllum børnunum við einari fjølbroyttari dagsskrá og undirvísingarhættum, sum taka atlit at, hvussu einstaka barnið lærir best.
- Í Lítlaskúla líta vit frameftir og hava regluligar eftirmetingar av arbeiðshættum og fakligu úrtøkuni.
- Í Lítlaskúla síggja vit trivnað og menning sum eitt felags mál millum heim og skúla.
- Í Lítlaskúla vilja vit eggja til arbeiðsgleði, forvitni og tráan eftir upplivingum.
- Í Lítlaskúla hava vit eitt brennandi ynski um at menna og búgva barnið til at vera eitt heilt menniskja, sum kennir seg at eydnast.