Innskriving

Lítliskúli er ein lítil, tryggur og skapandi skúli í Tórshavn við smáum flokkum og sterkum felagsskapi. Her læra børnini í tryggum rammum, har yrkisføri, rørsla og kreativitetur eru natúrligir partar av dagligdegnum. 

Les meira um skúlan her.

Innskriving í Lítlaskúla fer fram á oyðublaði, sum er á breddanum til høgru.

Tá ein familja skrivar barnið inn, bjóða vit til eina samrøðu og rundvísing, so vit saman kunnu meta um, um Lítliskúli er rætta umhvørvið til barnið. 

Skúlagongdin í Lítlskúla byrjar ið forskúla og heldur fram til og við 6. flokk. Eftir hetta stendur børnunum í boði, saman at halda fram í Eysturskúlanum. 

Vit taka børn inn eftir plássi, flokssamanseting og kørmum skúlans. 

Ongin freist er at skriva seg inn í Lítlaskúla, men forskúlaflokkurin er oftast fullteknaður, so mælt verður til at skriva inn so tíðliga sum gjørligt. 

Um pláss er, taka vit nýggjar næmingar inn í 1.flokk og eldri floksstig. Mannagongdin er hin sama sum innskriving í forskúla. 

Tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til skúlan á litliskuli@skulin.fo ella við at ringja á tlf.755090.