Ein skipaður, kreativur og virkin skúladagur við felagsskapi í miðdeplinum
Gerandisdagurin í Lítlaskúla ber brá av tryggum rammum, kendum mannagongdum og fjølbroyttum undirvísingarhættum. Vit leggja stóran dent á at skúladagurin skal vera greiður og tryggur, samstundis sum at hann er livandi og fullur av forvitni og virksemi.
Undirvísingin byggir á almennu námsætlanirnar, men verður lagdur til rættis soleiðis, at alt barnið er virkið. Sum vikan gongur skifta vit ímillum bókligar lærugreinar, rørslu praktiskt virksemi, tónleik, list og bólkaarbeiði. Hetta fjølbroytni stuðlar undir hugsavnan, tilelving og gleðina við at læra, og tað gevur børnunum møguleikan at síggja undirvísingartilfarið frá ymsum sjónarhornum.
Rørsla er ein natúrligur partur av daglidegnum - bæði í undirvísingini og í fríkorterunum. Fasti vikuligi útiskúlin gevur børnunum møguleika til at læra í og av náttúruni, brúka kroppin sum part av læringini og er við til at styrkja um felagsskapin. Náttúran verður nýtt bæði sum undirvísingarstaður og frístaður, har børnini kunnu eru frí og finna ró.
Fleiri ferð um árið arbeiða vit í evnisvikum og verkstovum. Her kunnu børnini hugsavna seg um eitt ávís evni og arbeiða saman tvørturum lærugreinar og floksstig við t.d. tónleiki, drama, handaverki, matgerð o.ø. Evnisvikurnar fostra kreativitet, samstarv og hugsavnin og geva børnunum dirvi til at royna okkurt nýtt.
Sosiala lívið og felagsskapurin í flokkinum verður raðfest høgt. Við arbeiða miðvíst við trivnaði, relatiónum og samtarvi, og vit skapa fortreytirnar fyri, at børnini kunnu venja seg við at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og felagsskapinum. Næmingarnir verða tiknir við í felags avgerðir, í tann mun tað gevur meining, og vit leggja dent á virðiligt og viðurkennandi samskifti.
Í Lítlaskúla verða børnini møtt av vaksnum, sum eru nærverandi og til staðar í dagligdegnum. Av tí at vit eru ein lítil skúli, hava vit møguleika fyri at skapa samanhang og kontinuitet í skúlagongdini og at fylgja fakligu og sosialu menningini hjá børnunum. Hetta gera vit altíð við støði í felagsskapinum og kørmum skúlans.
Í stuttum er hetta tað, sum eyðkennir okkara gerandisdag:
- Smáir flokkar (í mesta lagi 16 næmingar)
- Dentur á trivnað og góðar relatiónir
- Virkin og fjølbroytt undirvísing
- Tónleikur, list og handaligt virksemi
- Rørsla
- Vikuligur útiskúli - samband við náttúruna
- Evnisvikur og verkstovur
- Týðiligar rammur og strukturur