Betri Vinir í Lítlaskúla
Í Lítlaskúla vilja vit hava, at øll skulu hava tað gott, og fyri at styrkja og menna tann góða felagsskapin og trivnaðin, nýta vit m.a. Betri Vinir sum námsfrøðiligt amboð.
Hesar seinastu mánaðarnar hava vit havt eitt felags trivnaðarátak fyri allan Lítlaskúla, har starvsfólk úr forskúlanum, skúlanum og frítíðarskúlanum hava arbeitt saman um eina felags Betri Vinir løtu hvønn mðr. frá oktobur til mars.
Átakið hevur verið skipað soleiðis, at øll hava fingið felags kunning um dagsins evni, síðani hava vit arbeitt í bólkum við evninum, og dagurin er endaður við felags spæli.
Evnini, sum vit hava arbeitt við eru:
- “Betri Vinir virðini - tolsemi, umsorgan, virðing og dirvi”
- “Blómu- og kaktus mál”
- “Ein góður vinur”
- “At arga fyri stuttleika og at arga av álvara”
- “Ymiskleiki”
Og vit endaðu átakið hesa vikuna við at taka samanum og arbeiða við "Stjørnuløtum", har allir næmingar gjørdu hvør sína stjørnu við myndum og teksti við stjørnuløtum saman við floks- og skúlavinum.
At enda kom Bamsa at vitja, og næmingarnir fingu skreytbløð fyri at hava luttikið í Betri Vinir undirvísingini.