Matarskipan 4 dagar um vikuna
Í Lítlaskúla hava vit matarskipan 4 dagar um vikuna, har næmingarnir fáa frukt og grønmeti í fríkorterinum fyrrapartin og breyð og viðskera á middegi.
Vit leggja okkum eftir at hava eina heilsugóða og fjølbroytta matarskipan. Hvør flokkur fær ein matarvogn inn í flokshølið við breyði og viðskera. Matarsteðgurin er ein hugnalig felags løta, har næmingarnir eta saman við læraranum. Tað at øll hava sama úrval av viðskera o.ø. eggjar næmingunum at royna ymisk sløg av mati. Av og á er heitur matur, salat o.a. eisini at fáa.
Á vikuliga útidegnum hava børnini matpakka við.