Skúlagjald og matargjald

Mánaðarligt skúlagjald 

  • Skúlagjald fyri 1. - 6.árg. Goldið verður 12 mðr um árið. Gjaldsavtala verður stovnað, áðrenn barnið byrjar í 1. flokki, og so verður skúlagjaldið trekt fyrst í hvørjum mánaði. Sí kostnaðin í talvuni niðanfyri. Íroknað gjaldinum fyri 1. - 6. flokk er matarskipan. Fýra dagar um vikuna fáa næmingar í Lítlaskúla miðmála á døgurða og ábit fyrrapart. Á vikuliga útidegnum hava næmingarnir matpakka við. Uppsagnartíðin í Lítlaskúla er 2 mðr.
  • Gjald fyri forskúla: Tórshavnar Kommuna ásetur gjaldið fyri forskúla, sí heimasíðu: https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/fritidarskuli/gjald-fyri-fritidarskula. Afturat hesum rinda næmingar í forskúlanum eitt matargjald. Fyri skúlaárið 26/27 er hetta 400kr um mánaðin. Gjaldsavtala verður stovnað til hetta, og gjaldið verður trekt fyrst í hvørjum mánaði. 
  • Gjald fyri frítíðarskúla. Tórshavnar Kommuna ásetur gjaldið fyri frítíðarskúla, sí heimasíðu: https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/fritidarskuli/gjald-fyri-fritidarskula

 

 SKÚLAGJALD (1.-6. flokk)

  Avsláttur 1. aug 26 1. aug 27* 1. aug 28*
1. barnið   1244,-

1269,-

1294,-
2. barnið -25% 933,-

952,-

971,-
3. barnið -50% 627,- 635,- 647,-

Sum meginregla hækkar skúlagjaldið 2% um árið hvønn 1. august, svarandi til prísvøksturin í samfelagnum. 

*fyrivarni skal takast fyri møguligum tillaginum. 

Matargjald

Børn í forskúla rinda matargjald fyri matin tey fáa 4 dagar um vikuna.

Fyrsta gjaldið fellur 1.septembur, tað árið barnið byrjar í forskúla. 

Matargjald verður goldið mánaðarliga frá septembur til og við juni.

Børn í 1.-6.flokki rinda ikki matargjald. Kostnaðurin fyri matin er íroknaður skúlagjaldinum.