Seinastu tíðindi
17. desember

Tilmelding til komandi skúlaár

Enn er møguligt at melda til komandi skúlaár á heimasíðuni: https://litliskuli.fo/tilmelding. Vit skulu gera vart við, at bert fá pláss eru eftir.

 

Í Lítlaskúla eru vit sannførd um, at børn hava lættast við at læra ígjøgnum verkligar tilgongdir og upplivingar. Tí hava vit ein fastan útiskúladag um vikuna og 5-6 evnisvikur hvørt ár. Hesin læruháttur gevur børnunum møguleika fyri at læra um ávís evni á ein øðrvísi hátt. T.d. hava næmingarnir í yngru flokkunum seinastu vikurnar havt útiskúla í Viðarlundini, har teir hava arbeitt við føroyskum, støddfrøði, heimstaðarlæru og søgu. Umframt at ein tílíkur útiskúladagur altíð hevur eitt ávíst fakligt endamál, fáa næmingarnir eina rúgvu av sansastimbrandi upplivingum, ið hava gagnliga ávirkan á menningina og læringina.

 

Í Lítlaskúla ynskja vit, at øll kenna hvønn annan og hava møguleika at skapa sambond sínámillum uttan mun til árgang og aldur. Vit arbeiða eisini við blandaðum árgangum. Hetta hava vit sera góðar royndir við - vit síggja nýggj vinarbond blóma, og at teir eldru næmingarnir taka ábyrgd og hjálpa teimum yngru. Á hendan hátt fáa næmingarnir eftir okkara sannføring eina kenslu av felagsskapi og tryggleika, ið er ein fortreyt fyri trivnaði og menning.

  


Frítíðar­skúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026
Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla
16.01.2026
Gleðilig jól
20.12.2025
Jólahald 2025
15.12.2025
Barna­útvarpið á vitjan
06.11.2025
Foreldur og næmingar hugna um
31.10.2025
Innskrivingin til skúlaárið 26/­27 er opin
21.10.2025
Góða heyst­frítíð
10.10.2025