Boðklivin

Boðklivin hjá 1., 2. og 3. flokki

Vatndunkar

Nú skulu allir næmingar hava vatndunk við HVØNN dag.
Vit gera hetta fyri at minka um uppvaskið.

Foreldrafundur 15.septembur 2026


Hesi evni vórðu umrødd á foreldrafundinum í 1., 2. og 3.flokki

 

Føroyskt:

1.fl.:

2.-3.flokkur:

Umráðandi at barnið lesur heima minst 5 dagar um vikuna. Biðið Gunvør um hjálp ella góð ráð, um tað er trupult at fáa lisið heima. Um tit eiga onkra krossorðagátu heima, er tað fínt, at tit onkran dagin lata barnið loysa krossorðagátu í staðin fyri at lesa.

Í skúlanum arbeiða vit í løtuni við Súlubókum og Firvaldsbókum. Súlubøkurnar tryggja, at allir næmingar arbeiða við øllum bókstavunum. Í Firvaldsbókunum eru spennandi og mennandi uppgávur m.a. krossorðagátur o.a. 

Vit venja hondskriftina og tosa um týdningin av at kenna stórar og lítlar bókstavir, umframt nær hesir verða brúktir.

Áðrenn heystfrítíðina fara vit at skriva okkara fyrstu fyrisøgn hetta skúlaárið.

 

Støddfrøði:

 

Vikuætlan: Umráðandi er, at foreldur lesa vikuætlanina hvønn dag. Øllum børnum dáma at vita, hvat væntast kann av teimum í skúladegnum. 

 

Telefonlisti: Foreldur útfyltu telefonlista. Hesin listin verður latin børnunum í postmappuna, soleiðis at tit kunnu fáa fatur í hvør øðrum, tá tørvur er á tí.

 

Foreldraumboð: Pierre, pápi Tovu Lilou, og Sólvá, mamma Konrad meldaðu seg sum foreldraumboð hetta skúlaárið. Foreldraumboð skulu skipa fyri tveimum tiltøkum fyri øllum flokkinum.
Jari, pápi Alex og Reidar, bjóðaði seg fram at hjálpa til, tá tiltøk er. 

 

Føðingardagsgávuskipan: Samtykt varð, at allir næmingar skulu lata eina gávu fyri uml. 200 kr til gávuposan í flokkinum. Tá ein næmingur hevur føðingardag, sleppur hon/hann at velja sær eina gávu úr posanum. 
Umráðandi er, at gávan riggar til bæði gentu og drong. 

 

Spælibólkar: Eivind og Gunvør býta børnini í bólkar á 4 børnum, sum skulu hittast 1 ferð um mánaðin. Tað er ein sera góð "gáva" at geva børnunum møguleikan fyri at koma heim til hvønn annan í spælibólk. Um ikki ber til at hava spælibólkin ásetta mánaðin, kunnu tit altíð býta um innanhýsis. 
Yvirlit yvir spælibólkar, og góð ráð verður lagt í boðklivan.

 

Annað: Eivind kunnaði um, at nú vit eru komin væl inn í heysti er sera umráðandi, at børnini hava vatntættar skógvar/stilvar, so tey ikki gerast vát og køld um beinini á útiskúla-døgum.

Katrin greiddi frá, hvussu gevandi tað er hjá børnum at spæla saman eftir skúla/frítíðarskúlatíð. Hóast tað kanska ikki verður til meira enn ein til hálvanannan tíma, so er hetta ein sera góð íløga at geva sínum barni.

Sangir

Fundarfrásøgn frá felags foreldrafundi 17.sept. 2025

Avtalur frá SSP-fundinum 27.august 2025

Góđu foreldur

Á foreldrafundi í kvøld greiddu SSP-ráđgevi og løgreglumađur frá um
- at knýta bond
- skíggjanýtslu
Framløgurnar vóru sera upplýsandi og tíđarbærar, samstundis sum tær eisini vóru alneyđugar og ræđandi. (Tit kunnu lesa nærri í fundaruppritinum hjá Gunvør Hofgaard.)
Dentur var lagdur á at fyribyrgja og tí var mælt til, at vit foreldur semjast um at áseta børnunum leiđreglur um skíggjanýtslu.

Tískil hava vit foreldur orđađ leiđreglur um skíggjanýtslu, sum skulu hjálpa okkum og børnunum. Samtykta uppskotiđ frá í kvøld ljóđar:

Leiđreglur til skíggjanýtslu í 1. og 2. flokki:
- eingin snildfon áđrenn 13 ár
- skíggjafrí samvera (føđingardagar og vinarbólk)
- einki YouTube og einki YouTube Kids

Vit vóna, at øll foreldur eru samd, og at vit saman kunnu hjálpast at at halda leiđreglurnar og tosa saman, um vit ivast í onkrum. ????

(Les meira um tilbođiđ hjá SSP her: https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/knyta-bond-og-skiggjanytsla/


Knýta bond og skíggjanýtsla - SSP
SSP bjóðar øllum skúlum foreldrafundin “Knýta bond og skíggjanýtsla” í byrjanardeild. Fundurin hevur til endamáls at skapa eitt rúm, har foreldrini í einum flokki hittast – møguliga fyri fyrstu ferð – og fáa møguleika at knýta bond millum sín við at skifta orð um teirra børn og trivnað. Somuleiðis fáa foreldur høvi til at samskifta um skíggjanýtsluna hjá ...
ssp.fo
)

Eisini varđ skotiđ upp, at:
- byrja at hava vinarbólkar aftur
- at hava foreldrahugnakvøld
-tit frætta aftur um hetta ????

 

====

 

Vinarliga Jari 

Fundafrásøgn 27.august 2025

Felags foreldrafundur Fundarfrásøgn