Boðklivin

Boðklivin hjá forskúlanum

Heystfagnaður

 

Fríggjadagin 10 okt 11:30-12:30

Næmingarnir vísa hvat er komi burtur úr heyst evnisvikuni

 

Felagsforeldrafundur 27.08.25

Sangir

Mánadagin 27 oktobur og mikudagin 29 oktobur skulu bærnini hava matpakka við

Komandi vika

15 - 19 desembur

Hesa vikuna hugna vit okkum saman og gera ymiskt jólaligt. 

Mánadag fara vit í kirkju og hósdagin er jólahald frá kl 15-17.

 

Ein nýggj genta er byrja í forskúlanum og vit ynskja henni vælkomnari.

Hon eitur Lydia og er úr Kina. Lydia hevur búð í Norra og tosar flótandi norskt..

Tað gongur ikki long tíð so tosar hon heilt sikkurt eisini Føroyskt.

Kunnu tit minna tykkara børn á at bjóða henni við í spælið

Vit tosa nógv um hvussu ringt tað er, at vera nýggj genta, ikki at skilja málið, at føla seg uttanfyri, at alt er fremmant osv. Vit tosa eisini um hvussu vit fáa Lydiu at trívast og hava ein góðan dag. Børnini eru røsk at taka ímóti Lydiu, men gott um tit eisini tosa um tað heima. 

 

Tá hendan vikan er av eru vit longu komin í helvt við forskúla ári.

Tað er ótrúliga spennandi, stuttligt og gevandi at sleppa at vera um tykkara deiligu børn.

 

Vinarliga Jacoba og Gisleyg

Eingi økir