Boðklivin hjá forskúlanum
Páskaevnisvika
23 - 27 mars er páska evnisvika.
Hesar vikuna skulu børnin hava matpakka við hvønn dag.
1-6 fl hava verkstovur saman.
Vit vera sjálvi, og avgera tí eisini sjálvi hvat vit gera hvønn dag.
Søga verur fyri øllum í skúlanum hvønn morgun. Eftir hettar fara vit inn í okkara stovu.
Her fara vit at gera páskapynt og túrar. Onkran dag deila vit okkum upp, soleiðis at tey sum ynskja at fordjúpa seg í krea kunnu tað og hini kunnu fara ein túr.
Vh Jacoba og Gisleyg
Hettar eru tær útsettu viðtalurnar, børnini eru ikki við hesuferð. Hvør viðtala er 25 min.
Týsdagin 17/3
kl. 12.00 Rósa
kl. 12.30 Súsanna
kl. 13.00 Tara
kl. 13.30 Sól
Mánadagin 23/3
kl. 12.00 Hjørtur
kl. 12.30 Reidar
kl. 13.00 Konrad
Foreldraviðtalur
Børnini eru ikki við
Mánadagin 9 mars.
12:00 Hjørtur
12:30 Reidar
13:00 Konrad
13:30 Bogi
Týsdagin 10 mars.
12:00 Sól
12:30 Súsanna
13:00 Tara
13:30 Rósa
Týsdagin 3 februar er læraradagur.
Hendan dagin er eingin forskúli, men frítíðarskúlin hevur opið frá kl 7:45-17
100 daga veitsla
Fríggjadagin 23. januar fara vit at hátíðarhalda, at vit hava gingið í skúla í 100 dagar.
Vit fara at hugna okkum í skúlanum,eta okkurt gott, lesa søgur, spæla við lummalykt, gera holur og hugna okkum.
Veitslan kostar 50 kr, ið má gjaldast seinasta lagið fríggjamorgunin tann 23. januar. Vit møta í skúlanum kl 17.30 og eru liðgu kl 19.00. Minnist til at hava teppi, lummalykt, tína yndis bók og eina bamsu við.
Heystfagnaður
Fríggjadagin 10 okt 11:30-12:30
Næmingarnir vísa hvat er komi burtur úr heyst evnisvikuni
Felagsforeldrafundur 27.08.25
- Fundafrásøgn.docx (34.12 KB)
Sangir
- Vestanfyri Mykines.docx (19.11 KB)
- Navnasangur við klokkuspæli.docx (19.09 KB)
- Másin sigur pli pli pli.docx (19.47 KB)
- Kennir tú blómurnar.docx (19.19 KB)
- Í handil mín fer Lotta inn.docx (19.16 KB)
- Summardáar.docx (20.14 KB)
- StoltSignhild.pdf (233.52 KB)
- Santa Lucia.pdf (101.66 KB)
Mánadagin 27 oktobur og mikudagin 29 oktobur skulu bærnini hava matpakka við
Komandi vika
15 - 19 desembur
Hesa vikuna hugna vit okkum saman og gera ymiskt jólaligt.
Mánadag fara vit í kirkju og hósdagin er jólahald frá kl 15-17.
Ein nýggj genta er byrja í forskúlanum og vit ynskja henni vælkomnari.
Hon eitur Lydia og er úr Kina. Lydia hevur búð í Norra og tosar flótandi norskt..
Tað gongur ikki long tíð so tosar hon heilt sikkurt eisini Føroyskt.
Kunnu tit minna tykkara børn á at bjóða henni við í spælið
Vit tosa nógv um hvussu ringt tað er, at vera nýggj genta, ikki at skilja málið, at føla seg uttanfyri, at alt er fremmant osv. Vit tosa eisini um hvussu vit fáa Lydiu at trívast og hava ein góðan dag. Børnini eru røsk at taka ímóti Lydiu, men gott um tit eisini tosa um tað heima.
Tá hendan vikan er av eru vit longu komin í helvt við forskúla ári.
Tað er ótrúliga spennandi, stuttligt og gevandi at sleppa at vera um tykkara deiligu børn.
Vinarliga Jacoba og Gisleyg
