19. september
Fyrsti skúli í Føroyum á Betri Vinir skeiði
Í døgunum undan skúlabyrjan vóru øll starvsfólk í Lítlaskúla á skeið hjá Betri Vinum.
Annika Wenningsted Jacobsen frá Barnabata var skeiðshaldari, og hon kunnaði okkum um, at Lítliskúli er fyrsti skúli í landinum, sum hevur verið á hesum skeiði. Hetta eru vit ikki sørt errin av.
Betri Vinir snýr seg í stuttum um, hvussu vit kunnu uppbyggja ein sunna og sterkan felagsskap, har trivnaður er í hásæti. Ein sunna og sterkan felagsskap til frama fyri øllum í Lítlaskúla - bæði børnum og vaksnum.
Vit gleðast um hesa vitan vit fingu hendan dagin, og vilja takka Anniku fyri framúr gott skeið! Og vit gleða okkum til at felagsskapurin í Lítlaskúla gerst enn sunnari og sterkari!
Barnaútvarpið á vitjan
06.11.2025
Foreldur og næmingar hugna um
31.10.2025
Innskrivingin til skúlaárið 26/27 er opin
21.10.2025
Góða heystfrítíð
10.10.2025
Rennidagurin útsettur til mánadagin 15.septembur
12.09.2025
Garðdagur verður 5.septembur
03.09.2025
Skúlabyrjan
11.08.2025
Takk fyri farna skúlaár
14.07.2025