Seinastu tíðindi
9. juni

Miðdeildin á seturskúla í Húsavík

Í ár gekk leiðin til Húsavíkar, tá 4., 5. og 6. flokkur fóru á seturskúla.

Øll høvdu pakkað sær soviposan og góðar skógvar, og mánamorgunin 30. mai fóru vit yvir um fjørðin og endaðu í bygdarhúsinum Sólarris, sum liggur í hugnaligu bygdini Húsavík. Her skuldu vit húsast í 3 dagar, og nógv ymiskt var á skránni: Ein lokalur húsvíkingur fortaldi okkum um Húsfrúnna úr Húsavík, og vísti okkum hvar hon hevði búð, umframt at vit sluppu inn í kirkjuna, har tað sigst at Húsfrúgvin var jarðað. Um kvøldið var spurnarkapping um sama evnið, og klokkan 22 var náttarfriður.

Týsdagin vóru vit boðin út á Grøna Háskúlan; har tóku vit rabarbur upp, hoyrdu um alt tað, ið velt verður har, og so heilsaðu vit uppá eina lítla mús. Síðani ótu vit matpakka við Gróthúsvatn, og endaðu á sandinum, har vit vassaðu, svumu, sólaðu okkum og spældu í Mølheyggjunum. Síðsta kvøldið í Húsavík varð feirað við enn eini spurnarkapping og grill. Veðrið var av tí allar fagrasta, tá vit vaknaðu næsta morgun, og tá vit høvdu ruddað og pakkað, høvdu vit góða tíð at bíða eftir bussinum og njóta tær síðstu seturskúlaløturnar í Húsavík.

Takk fyri nakrar deiligar summardagar á Sandoynni - myndirnar tala fyri seg.


Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026
Frítíðar­skúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026
Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla
16.01.2026
Gleðilig jól
20.12.2025
Jólahald 2025
15.12.2025
Barna­útvarpið á vitjan
06.11.2025
Foreldur og næmingar hugna um
31.10.2025
Innskrivingin til skúlaárið 26/­27 er opin
21.10.2025