Seinastu tíðindi
10. apríl

Gleðiligar páskir

Hesa seinastu vikuna hevur nógv spennandi verið á skránni í Lítlaskúla. Næmingarnir hava havt páska evnisviku við søgum, sálmum og sangi, ið hoyra páskunum til. Harumframt hava vit havt ymiskar kreativar verkstovur.

Hósdagin vóru foreldur og onnur avvarðandi boðin til søluframsýning, har næmingarnir seldu tað, ið tey høvdu framleitt, umframt kaffi, te og vaflur. Eisini var Lítlaskúlakórið við og framførdi nakrar sangir, sum tey hava vant í frítíðarskúlanum saman við Guðrun Sólju. Allur peningurin, ið kom inn hendan dagin, verður óskerdur latin Reyða Krossi.

Í vikuni vóru næmingarnir eisini í Norðurlandahúsinum og sóu Appolonia, og nakrir næmingar luttóku í talvkapping. Páska evnisvikan endaði við einari páskaeggjaveiðu í skúlagarðinum og nærumhvørvinum.

Vit vilja við hesum ynskja tykkum øllum einar gleðiligar páskir. 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026