Felags foreldrafundur
Góðu foreldur
Vælkomin á felagsforeldrafund í høllini í Lítlaskúla týskvøldið 8.mars kl.19.00.
Mælt verður til, at øll børn eru umboða í minsta lagi av einum foreldri. Um ikki ber til at luttaka, skulu boð gevast flokslærararnum.
Eftir uppleggið hjá Gitte verður farið út í flokkarnar - at viðgera ymiskt, sum viðkemur júst tykkara flokk, umframt at kjakast um nýggju skíggjaráðini.
Gitte Klein frá Fólkaheilsuráðnum kemur at greiða frá nýggju skíggjaráðunum, sum júst eru almannakunngjørd. Fólkaheilsuráðið skrivar soleiðis:
"Seinastu árini er skíggjanýtslan økt munandi. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og okkara arbeiðsgongdir. Vit hava atgongd til kreativ hugskot og eina rúgvu av undirhaldi. Tøknin er góð, verður hon nýtt við skili.
Men tøknin hevur eisini givið okkum nýggjar avbjóðingar. Verður tøknin ikki nýtt rætt, er nógv, sum bendir á, at hon kann hava neilig árin á svøvn, sálarheilsu, málsligar førleikar, kropsliga heilsu, atferð, fakligheit, uppmerksemi og harvið trivnað og menning.
Í august 2017 kom Fólkaheilsuráðið við átta yvirskipaðum skíggjaráðum, sum vórðu sera væl móttikin og førdu eisini til ein eftirspurning eftir meira neyvum ráðum um, hvussu leingi tað er ráðiligt at nýta skíggjar. Tí hava vit, við støði í vísindaligari gransking á økinum, arbeitt við meira neyvum skíggjráðum ætlað ungum sum eldri.
Skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna javnvág í skíggjanýtsluni. Fylgir tú okkara leiðreglum, tryggjar tú eina javnvág í skíggjanýtsluni, har tú fært ágóðan av tøknini, samstundis sum negativu árinini av tøknini verða avmarkað.
Nógv ynskja at avmarka skíggjanýtsluna hjá børnunum, men tað kann tykjast trupult, um ein er einsamallur. Skal avmarkingin muna, er tað umráðandi, at fleiri standa saman um at avmarka hana.
Fólkaheilsuráðið ynskir at breiða vitanina um skíggjaráðini út og vitjar í hesum sambandi fyritøkur, skúlar og stovnar kring landið og kunnar um skíggjaráðini. Harumframt hava vit hugskot til, hvat vit kunnu gera fyri at avmarka skíggjanýtsluna uttan mun til, um tað er skíggjanýtslan hjá okkum sjálvum ella børnum okkara, um vit eru til arbeiðis ella í frítíðini".
Vit gleða okkum at síggja tykkum - at hoyra og kjakast um hetta evnið, sum fyllir so sera nógv dagsins samfelagi og gerandisdegnum hjá okkum øllum.
Bestu heilsur
Stýrið og leiðsla skúlans