Seinastu tíðindi
5. november

Nýggj tilmæli í Lítlaskúla

Talið av koronasmittaðum er sera høgt í Føroyum í løtuni, og tað eru serliga børn og ung, sum eru smittað. Skúlar verða ikki stongdir. Hinvegin, so verða einkultir smittutilburðir viðgjørdir hvør sær.

Um smittutilburðir verða staðfestir, fer skúlin í samstarv við Landslæknan. Landslækni vegleiðir skúlan um, hvør skal í sóttarhald. Tey foreldur, ið skulu hava hesa kunning fáa hana beinleiðis umvegis telefon ella teldupost. Foreldur boða flokslæraranum frá, um møguligan smittutilburð.

Nú støðan er, sum hon er, fer skúlin at gera nøkur átøk og umskipa skúladagin nakað. Átøkini eru galdandi til og við 12. november í fyrstu syftu.

 

Í Lítlaskúla gera vit hesar tillagingar:

Vit leggja um til flokseinsemi, sum merkir, at næmingarnir í flokkunum eru í síni heimastovu ella úti. Flokkarnir verða ikki blandaðir.

Morgunsangur verður ikki.

Næmingarnir skulu hava matpakka við allar dagar í komandi viku.

Ítróttatímarnir verða hildnir uttandura, tá veðrið loyvir tí. Um veðrið ikki er til vildar, verður onnur loysn funnin.

Um serstøk kunning er neyðug fyri einstøku flokkarnar, kemur kunningin frá flokslæraranum.

Vit fara enn einaferð at minna á at hava gott handreinføri, halda frástøðu at vera serliga varin. Tað vil m.a. siga, at hevur næmingurin sjúkueyðkenni, so mæla vit staðiliga til, at næmingurin er heima og letur seg testa.

Hava tit spurningar ella ivamál, so eru tit væl komin at venda tykkum til flokslæraran ella til leiðsluna á litliskuli@skulin.fo

 

Alt tað besta.

Vinarliga

Jenny og Gunvør

 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026