Seinastu tíðindi
24. oktober

Heystfagnaður 2021

Í viku 42 var árliga evnisvikan um heystið í Lítlaskúla. Vikan byrjaði við útidegi, har næmingarnir kundu velja ímillum at fletta, taka upp epli og samla bløð og greinar í viðarlundini. Restina av vikuni arbeiddu næmingarnir í ymiskum verkstovum:

- Ull, har næmingarnir tøvdu eitt summartræ til skúlan, seymaðu pútur, tøvdu sápur o.a.

- Kjøt, har næmingarnir gjørdu mat burturúr seyðakjøti; rullupylsur, blóðpannukøkur o.a. Harumframt bakaðu tey breyð og drýlar.

- Grønt, har næmingarnir framleiddu ymiskt burturúr grønmeti, m.a. rabarbusúltutoy, pesto, hummus og súltaðar røtur

- Miðlar, har næmingarnir sluppu at royna seg sum miðlafólk. Hendan verkstovan byrjaði við vitjan í Kringvarpinum, har tey fingu góð ráð um hvussu man arbeiðir sum tíðindafólk. Síðani vitjaðu tey hinar verkstovurnar og framleiddu tiðindasendingar, bæði um evnisvikuna og um onnur áhugaverd evnir, m.a. næmingaráð og tað at vera orðblindur.

- Leikur, har næmingarnir gjørdu ein leik við bæði sjónleiki og tónleiki.

- HeystList, har næmingarnir gjørdu eplaprent og arbeiddu kreativt við tilfari, sum tey høvdu samlað í viðarlundini; bløðum, greinum o.ø. 

Evnisvikan endaði við sangi, leiki, framsýning og smakkiroyndum fyri foreldrum o.ø.  


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026