Seinastu tíðindi
15. september

Starvsfólk til Frítíðarskúlan í Lítlaskúla

Vilt tú vera partur av einum spennandi frítíðarskúlatilboði í Havn?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum starvsfólki at starvast hjá okkum 25 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vit vænta: 

  • at tú dugir væl við børnum 
  • at tú ert kreativur og dugir at finna uppá ymiskt ítriv 
  • at tú ert jaligur, opin og lættur at samstarva við 
  • at tú hjálpsamur og ikki fírir fyri at taka hond í 
  • at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur 

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú partur av einum virknum umhvørvi, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin. 
Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. 
  
Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi royndum til gudrunho@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 23. september 2021. 
 
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til deildarleiðaran fyri frítíðarskúlan í Lítlaskúla, Guðrun Horn, tel. 283068. 
 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026