Seinastu tíðindi
20. august

Vælkomin í skúla

Mikudagin 18. august var fyrsti skúladagur i hesum skúlaárinum, og heili 99 fitt, glað og spent børn møttu í Lítlaskúla - nøkur fyri fyrstu ferð, onnur kend. Næmingarnir ganga í árgangunum frá forskúla til og við 6. flokk. Hesar fyrstu dagarnar hava næmingarnir verið saman við flokslærarunum, og hósdagin vóru 2.-6. flokkur felags túr, har næmingarnir fingu høvi at spæla ymisk felags spøl, fanga kombikk og síl og brenna bál. Ein góð byrjan uppá komandi útidagar, sum er fastur partur av undirvísingini í Lítlaskúla. 

Hjartaliga vælkomin í skúla øll somul, vit gleða okkum til eitt nýtt spennandi og mennandi skúlaár.

Vit í Lítlaskúla


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026