Seinastu tíðindi
29. juni

Námsfrøðingar til frítíðarskúlan í Lítlaskúla

Starvslýsing

Vilt tú vera partur av einum spennandi frítíðarskúlatilboð í Havn?

Vit sóknast eftir 2 ágrýtnum og eldhugaðum námsfrøðingum, sum vilja verða við til at mynda námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd frítíðarskúlans. Starvið er 25 tímar um vikuna.

 Vit vænta:

  • at tú dugir væl við børnum
  • at tú ert kreativur og dugir at finna uppá ymiskt ítriv
  • at tú ert jaligur, opin og lættur at samstarva við
  • at tú hjálpsamur og ikki fírir fyri at taka hond í
  • at tú kanst átaka tær fjølbroyttar uppgávur

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú partur av einum virknum umhvørvi, har tú sleppur at seta tín dám á gerandisdagin.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag. Setanin er frá 15.august 2021.

 

Er hetta nakað fyri teg, vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum eina umsókn við viðkomandi royndum til gudrunho@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 12. juli 2021.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til deildarleiðaran fyri frítíðarskúlan í Lítlaskúla, Guðrun Horn, tel. 283068.

 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026