Seinastu tíðindi
26. juni

Summarheilsan úr Lítlaskúla 

So er enn eitt skúlaár farið afturum bak, og eins og undanfarin ár endaðu vit skúlaárið við einari kreativari evnisviku. Hesa ferð var evnið vísan um huldugentuna hjá Robert McBirnie, har næmingarnir fyrst arbeiddu við søguni, og síðani var farið undir kreativ verkstøð við sjónleiki, pallsmíð og seyming. Leikurin varð sýndur fyri foreldrum o.ø. til árligu summarveitsluna. Robert McBirnie var so beinasamur at spæl undir til framførsluna, meðan næmingarnir sungu vísuna "Huldugentan".

Í samstarvi við frítíðarskúlan hava næmingarnir tær seinastu vikurnar harumframt havt summarverkstað, har vit hava framleitt smykkur, lyklaringar, urtapottar o.a. til summarmarknaðin, sum saman við leikinum var partur av summarveitsluni hesa ferð.

Hetta skúlaárið er fyrstu ferð, at vit í Lítlaskúla hava sagt farvæl við okkara elstu næmingarnar. Tað eru teir næmingarnir, sum byrjaðu sum samansettur skúlabólkur skúlaárið 2016/17, ið nú hava lokið ávikavst 6. og 7. flokk, sum nú fara víðari í hádeild í øðrum skúlum. Vit takka næmingunum og foreldrum teirra fyri tíðina í Lítlaskúla, og ynskja teimum alt tað besta á lívsleiðini.

 

Vit hava somuleiðis sagt farvæl við okkara kæra námsfrøðing, Jóhonnu S. Olsen, ið hevur verið námsfrøðingur í skúlanum síðani skúlin lat upp í 2016. Vit takka Jóhonnu fyri tíðina í Lítlaskúla, og ynskja henni alt tað besta, nú hon fer frá fyri aldur.

 

Góða summarfrítíð øll somul, vit síggjast aftur 18. august. 
 


Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025
Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025
Vangamynd: Elspa
30.01.2025