Innskriving er opin!
Tú hevur kanska, eins og fleiri onnur, hoyrt nógv gott um Lítlaskúla og umhugsar at velja hann til títt barn? Innskrivingin til skúlaárið 27/28 er nú opin, og um tú hevur eitt barn, sum skal byrja í forskúla ella fyrsta flokki komandi skúlaár, so er tíðin komin at skriva tað inn í Lítlaskúla. Har eru eisini einstøk pláss í summum av teimum eldru flokkunum.
Í Lítlaskúla ganga børn frá forskúla upp í 6. flokk. Vit hava í mesta lagi 16 børn í hvørjum flokki og leggja stóran dent á, at tað bókliga gongur hond í hond við tað rørsluliga, skapandi, handaliga og sansaliga. Soleiðis skapa vit bestu fyritreytir fyri læring.
Tú ert vælkomin at senda okkum ein teldupost á litliskuli@skulin.fo um tú hevur spurningar, og vit taka fegin ímóti forvitnum foreldrum sum vilja síggja skúlan og frítíðarskúlan. Tú kann eisini lesa meir um eitt nú matarskipanina, telefonpolitikk, gerandisdagin og mangt annað her á heimasíðuni.
Innskrivingin fer fram her