Seinastu tíðindi
29. desember

Lærarastarv í Lítlaskúla

Starvslýsing
 

Vit sóknast eftir einum lærara til at undirvísa í innskúlingini, umframt at hava tónleik í bæði innskúling og miðdeild.

 

 Ert tú lærari?

  • brennir tú fyri at arbeiða við børnum?
  • hevur hugsjónir um námsfrøðiliga arbeiðið?
  • ert tú ágrýtin og løtt/lættur at samstarva við?

- so frætta vit fegin frá tær!

 

 

Í viðgerðini leggja vit dent á, at tínar royndir eru viðkomandi fyri námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans. Tað hevur stóran týdning, at tú ert álítandi og fleksibul, og at tú ikki ert bangin fyri at taka hond í, tá ið á stendur.

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú við til at menna eitt nýtt og spennandi skúlatilboð í høvuðsstaðnum. Vit kunnu bjóða eitt starv, har tú fært høvi til at arbeiða fjølbroytt við ymiskum undirvísingarhættum tvørtur um aldurs- og lærugreinamørk. Tú verður partur av einum sera dugnaligum starvsfólkatoymi, har tú fært stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Lærarafelag. Setanin er frá 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi royndum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. januar 2022 kl. 12.00. Umsóknin verður send við telduposti til litliskuli@skulin.fo Frámerk “umsókn”.

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til leiðaran fyri Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen á tel. 270339. Skrivligir spurningar kunnu sendast til litliskuli@skulin.fo


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024