Seinastu tíðindi
19. mai

Lítliskúli føroyameistari í skúlatelving 2021

Lítliskúli er føroyameistari í skúlatelving 2021, eftir at liðið vann finaluna, sum varð spæld í Finsen í dag.

Liðið úr Lítlaskúla kom í finaluna, við at blíva nummar 2 í teirra innleiðandi kapping, sum varð telvað á Giljanesi fyri tveimum vikum síðani. Í teimum báðum innleiðandi umførunum vóru 42 lið við, og trý tey fremstu i hvørjari innleiðandi kapping møttust í finaluni.

Næmingarnir í Lítlaskúla hava vant óført hesar seinastu 14 dagarnar. Talv í skúlanum, talv í fríðtíðini og talv á netinum - onkur hevur enntá droymt um talv um náttina.

Í finaluni vóru Toftir 1, sum vann teirra innleiðandi kapping, Skála, Toftir 2, Spírin, sum vann okkara innleiðandi kapping, Lítliskúli og Kollafjørður. Fyrsta umfar var ímóti Skála. Dysturin endađi 4-2 til okkara, og Lítliskúli lá á einum deildum 1. plássi viđ 4 stigum. Næsti dystur var ímóti Toftir 2, og eisini her vann Lítliskúli 4-2. Við 8 stigum lá Lítlaskúlaliðið nú á einum 3. plássi, eitt stig eftir Kollafjørð og ½ stig eftir Toftir 1. Triðja umfar var nettup ímóti liðnum á 1. plássi. Næmingarnir úr Lítlaskúla telvaðu sera væl, og eisini hendan dystin vann liðið 4-2. Við 12 stigum vann Lítliskúli seg upp á eitt deilt 1. pláss saman við Toftir 1. Næstseinasta umfar var ímóti Spíranum. Her endaði javnt 3-3. Hinir dystirnir lagaðu seg soleiðis, at Lítliskúli nú lá einsamallur á odda við 15 stigum, men beint í hølunum lógu Kollafjørður og Toftir 1 viđ 14½ stigi í part. Og júst Toftir 1 var seinasta mótstøðulið. Talvini vóru sera jøvn á øllum seks borðunum, og eitt eyga varð eisini hildið við kollfirðingunum, sum eisini kundu yvirhála. Okkara dystur ímóti Toftir 1 endaði javnur 3-3, og tí varð bara bíðað eftir um kollfirðingarnir mundu klára at yvirhála. Spenningurin var í hásæti inntil seinasta leik. Kollfirðingarnir fingu bara 2,5 stig í seinasta umfari, og harvið vann Lítliskúli finaluna viđ 18 stigum, ½ stig frammanfyri Toftir 1 og 1 stig frammanfyri Kollafjørð.

Ein ótrúliga stuttlig løta í Finsen. Aftaná heiðursmerkjahandanina fór 4. flokkur oman á Pizza67 at hugna sær saman, stolt sum pávar.

Hjartaliga tillukku!


Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024
4 pláss eftir í forskúlanum
15.01.2024
Opið hús - er Lítliskúli nakað fyri títt barn?
02.01.2024
Jóla­heilsan úr Lítlaskúla
23.12.2023