Seinastu tíðindi
10. oktober

Heystfagnaður í Lítlaskúla 2020

Hesa seinastu vikuna áðrenn heystfrítíðina hava vit eins og undanfarin ár havt evnisviku um heystið. Næmingarnir hava verið við til at flett og tikið upp eplir, og síðani hava teir arbeitt í ymiskum verkstovum við ull, plantuliting, matgerð úr grønmeti og kjøti, smíð og gjørt góðgæti. Harumframt hava vit í ár havt eina miðlaverkstovu, ið hevur framleitt tíðindasendingar, ið kunnu síggjast á facebook vanganum hjá Lítlaskúla.

Evnisvikan endaði við framsýning, sangi og smakkiroyndum í høllini. Hesa ferð var heystfagnaðurin - vegna korona - hildin innanhýsis fyri næmingum og starvsfólkum í skúlanum.

Vit vilja við hesum myndum frá ársins heystfagnaði í Lítlaskúla ynskja øllum eina góða heystfrítíð. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur mánadagin 19. oktober.

 


Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026
Frítíðar­skúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026
Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla
16.01.2026
Gleðilig jól
20.12.2025