Seinastu tíðindi
19. juni

Góða summarfrítíð

Vit vilja hervið takka fyri enn eitt gott, læruríkt og mennandi skúlaár. Sum vant endaðu vit skúlaárið við einum braki, og hóast korona setti nakrar avmarkingar, so eydnaðist tað okkum at halda tvær frálíkar summarveitslur fyri næmingum og foreldrum, har sangur, leikur, framsýningar, spøl, kappingar o.a. var á skránni.

Næmingarnir í innskúlingini hava í longri tíð arbeitt við havinum sum evni, og gjørdu eina stásiliga framsýning av fiskum, skipum og ymiskum úr fjøruni. Eisini var myndaframsýning frá ymiskum útidøgum, har tey hava arbeitt við havinum sum evni.

Næmingarnir í miðdeildini hava arbeitt við sagnum og endaðu við einum frálíkum og vælskipaðum leiki um Sigmund Brestisson, og hvussu leikur fór, tá hann skuldi kristna Føroyar. 4.fl. spældi leikin og 5.-6.fl. hevði gjørt partar av búnum og pallmynd.

Við hesum myndum frá summarveitslunum, vilja vit ynskja tykkum øllum eitt gott summar.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026