Seinastu tíðindi
30. apríl

3 lærarastørv í Lítlaskúla

Starvslýsing
 

 Ert tú lærari?

• brennir tú fyri at arbeiða við børnum?

• hevur hugsjónir um námsfrøðiliga arbeiðið?

• ert tú ágrýtin og løtt/lættur at samstarva við?

- so frætta vit fegin frá tær!

 

Vit sóknast eftir 3 lærarum til forskúla, innskúling og miðdeild:

Forskúli:        0,75 starv

Innskúling:    1,0 starv (lærugreinar: m.a. handaverk og list – barnsburðarfarloyvisstarv)

Miðdeild:      1,0 starv (lærugreinar: føroyskt, enskt, kristni, danskt og søga)

 

Í viðgerðini leggja vit dent á, at tínar royndir eru viðkomandi fyri námsfrøðiliga grundarlag og vangamynd skúlans. Tað hevur stóran týdning, at tú ert álítandi og fleksibul, og at tú ikki ert bangin fyri at taka hond í, tá ið á stendur.

Sum starvsfólk í Lítlaskúla ert tú við til at menna eitt nýtt og spennandi skúlatilboð í høvuðsstaðnum. Vit kunnu bjóða eitt starv, har tú fært høvi til at arbeiða fjølbroytt við ymiskum undirvísingarhættum tvørtur um aldurs- og lærugreinamørk. Tú verður partur av einum sera dugnaligum starvsfólkatoymi, har tú fært stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Lærarafelag. Setanin er frá 1. august 2020.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi royndum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. mai 2020 kl. 12.00. Umsóknin verður send við telduposti til litliskuli@skulin.fo Frámerk “umsókn”.

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til leiðaran fyri Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen ella varðaleiðaran Gunvør Hofgaard, tel. 755080. Skrivligir spurningar kunnu sendast til litliskuli@skulin.fo


Starv sum avloysari í frítíðarskúla­num
17.04.2024
Starv sum námsfrøð­ingur í forskúla
15.04.2024
Bíðilisti til forskúlan 24/­25
12.04.2024
Gleðiligar páskir
27.03.2024
Foreldrafundur um trivna og felagsskap
20.02.2024
Føstulávint í Lítlaskúla
13.02.2024
Kvæðastevna
08.02.2024
Hvørki skúlagongd ella frítíðar­skúli 31.januar 2024
30.01.2024