Seinastu tíðindi
26. august

Vælkomin í skúla

So er fyrsta vikan av hesum skúlaárinum farin um bak, og sum tað er deiligt at síggja bæði kend og nýggj andlit í Lítlaskúla. Fleiri nýggir næmingar eru byrjaðir í teimum ymisku flokkunum, eins og ein heilt nýggjur forskúlaflokkur er byrjaður. Hjartaliga vælkomin tit øll. 


Hesa fyrstu vikuna hava næmingarnir fyrstu dagarnar í høvuðsheitum arbeitt saman í flokkinum saman við flokslæraranum, meðan tað seinni í vikuni hevur verið skipað fyri felags tiltøkum, har næmingar úr ymisku flokkunum hava arbeitt saman. Vikan endaði við einum frálíkum felags útidegi í Havnadali. 
 
Vit gleða okkum til enn eitt læruríkt og mennandi ár í Lítlaskúla. 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026