Seinastu tíðindi
16. januar

Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla

Innskrivingin til fólkaskúlarnar er nú liðug, men í Lítlaskúla hava vit onga fasta innskrivingarfreist.

Sum frískúli taka vit ímóti innskrivingum, tá ið familjur hava tørv á at taka støðu – og tá ið tað passar teimum. Til komandi skúlaár eru í løtuni 5 pláss tøk í forskúlanum. Eisini ber til at skriva børn upp til 1. flokk. 

Vit arbeiða við smáum flokkum og einum tryggum, fjølbroyttum gerandisdegi, har læring, skapandi arbeiði, rørsla og felagsskapur eru ein natúrligir partar av skúladegnum.

Foreldur, ið vilja vita meira, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum ella lesa meira á heimasíðuni.


Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026
Frítíðar­skúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026
Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla
16.01.2026
Gleðilig jól
20.12.2025
Jólahald 2025
15.12.2025
Barna­útvarpið á vitjan
06.11.2025