Seinastu tíðindi
20. desember

Gleðilig jól

Vit vilja við hesum ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. 

Hesa seinastu tíðina hevur jólastákan verið á skránni. Vit hava verið til jólagudstænastu, hoyrt jólasøgur, sungið fyri búfólki á Lágargarði, gingið Lusia á Tjarnargarði, arbeitt í jólaverkstovum, etið jóladøgurða og vant sjónleik og tónleik.

Hósdagin var árliga jólahaldið, har ymiskar framførslur vóru á skrá og dansað varð um jólatræið úti i garðinum. Foreldraumboðini skipaðu fyri at foreldur o.o. fingu ein góðan drekkamunn, og jólamaðurin kom eisini framvið við pakkum til børnini.

Túsund takk fyri árið, ið nú er komið at enda. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur 5. januar.

 


Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026
Frítíðar­skúlin fyrireikar til Huldulitt
28.01.2026
Ongin innskrivingarfreist í Lítlaskúla
16.01.2026
Gleðilig jól
20.12.2025