Gleðiligar páskir
Her eru nakrar myndir frá páskaevnisvikuni 2025, sum byrjaði við páskagudstænastu í Havnar kirkju v/Anne Mette Greve Klementsen, presti. Restina av vikuni arbeiddu næmingarnir í verkstovunum; krea & hondarbeiði, smíða høsnarhús, ull og miðlar.
Skjótt fer skúlin at fáa sær hønur, og tí var tørvur á einum høsnarhúsi, har hønurnar skulu húsast. Í krea & hondarbeiði gjørdu næmingarnir ymiskt páskapynt úr perlum og karton, og í ull hava tey tøvt og evnað smáar páskaskálir til egg.
At arbeiða í verkstovum er altíð so spennandi og læruríkt; næmingarnir sleppa at velja eina verkstovu og arbeiða saman við næmingum úr øðrum flokkum. Hetta sigur Christa Reynheim, ein av lærarunum í miðlaverkstovuni, um evnisvikuna:
"Vit savnaðu saman myndir og samrøður frá hinum verkstovunum. Eisini skrivaðu vit uppskriftir uppá bananís og cookies og harafturat teknaðu vit eina villiniborg, vegleiðing til at gera eitt pappírsflogfar og gjørdu ein “flóvisligt og loyniligt” brævkassa. Ístaðin fyri at prenta alt til eina avís, koyrdu vit tað upp á eina stóra plátu, sum nú hongur í gongini eins og ein stór veggjaavís. Øll vóru so kreativ og arbeiðssom, og tað var so stuttligt at fáa hvør sína mynd av verkstovuluttakarunum upp á plátuna saman við orðinum “miðlaverkstova”.
Í góðveðrinum hesa vikuna vóru forskúlabørnini fleiri góðar túrar úti í náttúruni, og í frítíðarskúlanum spældu børnini fyri tað mesta úti, brendu bál, spældu páskabingo og gjørdu páskaprýði.
Við hesum ynskja vit tykkum øllum gleðiligar páskir og framhaldandi góða páskafrítíð. Vit síggjast aftur týsdagin 22. apríl kl. 8.00