Seinastu tíðindi
7. februar

Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð

Í dag var ein stórur dagur í Lítlaskúla, tá ið fyrsti partur av nýggja spæliplássinum varð tikin í nýtslu.

Vit hava í langa tíð ynskt okkum nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð, og tvey tey seinastu árini hevur næmingaráðið saman við restini av skúlanum arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa nýtt spælipláss. Fyrsta stig var at skipa fyri summarmarknaði fyri at samla pening inn, og harafturat hava vit søkt um fígging frá Tórshavnar kommunu. Í 2024 játtaði kommunan eina peningaupphædd til verkætlanina, soleiðis at vit kundu fáa nýggjan spælireiðskap upp í garðinum.

Á middegi í dag var hátíðarløta, har elstu næmingarnir í næmingaráðnum kliptu snórin, og fyrsti partur av nýggja spæliplássinum varð tikin í nýtslu.

Vit takka Tórshavnar kommunu fyri stuðulin, næmingum og starvsfólkum fyri fyriskipan av innsamling, foreldrum fyri at taka gamla spæliplássið niður, NDO Supply fyri veitan av spælireiðskapi og Havanum fyri uppsetan.

Vit eru vís í, at nógv børn fara at fáa gleði av spæliplássinum; okkara næmingar, avvarðandi hjá búfólki á Tjarnargarði og børn og vitjandí i grannalagnum.

 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026