Gleðilig jól og gott nýggjár !
Í desembur hevur nógv spennandi verið á skrá í Lítlaskúla;
Vit hava havt okkara árligu jólaevnisviku, har næmingarnir hava arbeitt skapandi í ymiskum verkstovum; bakað, spælt sjónleik, arbeitt við ull, arbeitt við endurnýtslutilfari, v.m.
Í vikuni upp undir jól vóru næmingarnir úti og sungu fyri fyritøkum og samlaðu pening inn til Barnabata, har heilar kr. 7.141,- komu í bússuna - stóra tøkk fyri stuðulin.
Harumframt hava næmingarnir sungið og gingið lusia fyri búfólki á ellisheimum. Vit hava slaktað gæs til jóladøgurðan, og vit hava verið í kirkju og hoyrt um jólaboðskapin.
Í frítíðarskúlanum hava vit havt kreativt verkstað, gjørt jólagávur, spælt jólabingo, skrivað brøv til frítíðarskúla-nissuna, gjørt bomm, verið á skattaveiðu, verið túrar, lisið søgur, spælt nógv og hugnað okkum.
Desembur var eisini mánaðurin har bæði skúlin og frítíðarskúlin vórðu kosin til ávikavist ársins grøni skúli og stovnur av Huglu. Hesa viðurkenning eru vit sera glað fyri og errin av, og vit gleða okkum at arbeiða víðari við grønu vangamyndini.
Við hesum myndum frá jóla mánaðinum vilja vit takka fyri árið, ið nú er komið at enda og ynskja øllum eina framhaldandi góða jólafrítíð og gott nýggjár.
Vit byrja aftur mánadagin 6. januar kl. 8.00.