Seinastu tíðindi
5. desember

Ársins grøni stovnur og skúli

Lítliskúli og frítíðarskúlin í Lítlaskúla hava í ár fingið tann stóra heiður at vera kosin “Ársins grøni stovnur og skúli” av Hugla. Virðislønin, sum eitur Hugla, er tekin um at hjúkla verður um náttúru og menniskju.

Í grundgevingini skriva Hugla soleiðis:

"Lítliskúli og Frítíðarskúlin í Lítlaskúla, brúka endurnýtslu í tí námsfrøðiliga arbeiðnum. Hvørja viku er útiskúli, har tey læra um náttúruna, planta og fiska v.m. sum tey matgera burturúr. Á skúlanum hava tey sankutøð, sum børnini sjálvi tøma. Rúmini eru hugnalig, og sæst at tey brúka endurnýtslu í teirra innrættan eisini. Hetta er alt týdnigarmikil partur av trivnaðinum, og at gera børn og vaksin tilvitaði um nátturu og umhvørvi."


Viriðslønin varð handa í morgun til morgunsangin. 

 

Vit eru so ómetaliga takksom fyri hendan stóra heiðurin og hesa viðurkenning, sum bæði fløvar og gevur áræði til at halda fram við hesum góða arbeiðnum. 

Hugla er eitt felag, sum granskar í og arbeiðir fyri at skapa bestu karmar til børn og vaksin. Les meira á www.hugla.fo

Lítliskúli er frískúli og frítíðarskúli í Havn, sum leggur stóran dent á at næmingarnir hava eitt tætt samband við náttúruna. Grundhugsjónin í skúlanum er, at tað bókliga og hugsanarliga gongur hond í hond við tað skapandi, rørsluliga, handaliga og sansaliga. Hetta skapar betu fyritreytir fyri læring.  


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026