Opið hús og innskriving til skúlaárið 2025/26
Opið hús í Lítlaskúla
Innskrivingin til forskúla og 1. flokk er byrjað, og tí bjóðar Lítliskúli børnum og foreldrum til opið hús 11. januar kl 17.00-18.00.
Her fara lærarar, foreldur og børn at vísa skúlan fram og greiða frá tí, sum sermerkir Lítlaskúla.
Á skránni verður ein stutt framløga, rundvísing fyri børn og vaksin, sangur, ein drekkamuður, spøl og annað virksemi, umframt at høvi verður at seta lærarum, námsfrøðingum og foreldraumboðum allar hugsandi spurningar.
Lúr inn í skúladagin
Sama dag millum 10.00 og 11.30 er eisini møguligt hjá foreldrum at vitja skúlan í skúlatíð, kaga inn í skúlastovurnar og fáa eitt lítið innlit í skúladagin. Til hetta krevst tilmelding á litliskuli@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 9. januar.
Innskrivingin til Lítlaskúla er opin og liggur á www.litliskuli.fo/tilmelding.
Eitt sindur um Lítlaskúla
Ein skúli fyri allar sansirnar
Í Lítlaskúla eru vit sannførd um, at børn læra best ígjøgnum verkligar tilgongdir og upplivingar. Tí hava vit m.a. ein útiskúladag um vikuna og fleiri evnisvikur um árið. Hvør útiskúladagur hevur eitt ávíst fakligt endamál, og umframt hetta fáa næmingarnir eina rúgvu av sansastimbrandi upplivingum, ið hava gagnliga ávirkan á menningina og læringina.
Ein skúli við sterkum felagsskapi
Í Lítlaskúla ynskja vit, at øll kenna hvønn annan og hava møguleika at skapa sambond sínámillum uttan mun til árgang og aldur. Vit hava smáar flokkar og arbeiða javnan við blandaðum árgangum. Her blóma nýggj vinarbond uttan mun til aldur, og teir eldru næmingarnir taka ábyrgd og hjálpa teimum yngru. Á hendan hátt mennist ein sterk kensla av felagsskapi og tryggleika, ið er ein fortreyt fyri trivnaði og menning.
Ongin matpakki
Í Lítlaskúla hava vit matarskipan, har næmingarnir fáa frukt/grønmeti í fríkorterinum og breyð og viðskera ella heitan mat á middegi fýra dagar um vikuna.
Lesið meira um skúlan, okkara visjón og arbeiðshátt á www.litliskuli.fo