Seinastu tíðindi
11. oktober

Heystfagnaður 2024

Sum siðvenja er í Lítlaskúla, so hava vit havt heystevnisviku hesa seinastu vikuna áðrenn heystfrítíðina. Heystevnisvikan byrjaði við at eitt lamb varð flett og grønmeti varð tikið upp úr okkara matliga skúlagarði.

Síðani hava næmingarnir arbeitt í ymiskum verkstovum; 

- Kjøt; næmingarnir hava seymað rullupylsur, bakað blóðpannukøkur, bakað drýl, matgjørt úr innmati o.a.

- Grønmeti; næmingarnir hava gjørt ymiskan mat burturúr grønmeti, m.a. eplasúpan, myntusaft, pesto, grønkálskips og bakað knekkbreyð

- Ull; næmingarnir hava bundið, karað, tøvt, nálatøvt o.a.

- HeystList; næmingarnir hava evnað pappmaché fjøll og prýtt við fuglum, seyðum o.ø. sum vit síggja í fjøllunum. 

Í hesum verkstovum hava næmingarnir arbeitt tvørtur um floksmørk, og bólkarnir hava verið blandaðir við næmingum úr 1.-6. fl.

Forskúlaflokkurin hevur havt evnisviku fyri seg, har tey hava arbeitt við ull, bakað sneisadrýl á báli, telgt o.a.

Í frítíðarskúlanum hevur kreativur verkstaður verið alla vikuna, har børnini hava umskapað pappeskjur til skógar av ymiskum slag.

Evnisvikan endaði við framsýning og smakkiroyndum, har foreldur o.o. vóru boðin til eina hugnaliga løtu á middegi.

Við hesum myndum frá ársins heystfagnaði ynskja vit tykkum øllum góða heystfrítíð.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026