Seinastu tíðindi
18. september

Stýrisval

Á foreldrafundi týskvøldið 17. september var val av foreldrumboðum til stýrið í Lítlaskúla á skránni. Foreldraumboðini verða vald í tvey ár í senn og sita vanliga sum forfólk og varaforfólk í stýrinum. 

Sitandi stýrislimir, Christina Dam-Andersen og Sunnuva Bæk, stillaðu báðar uppaftur og vórðu afturvaldar. Afturat teimum sita Birgir Sondum og Sæbjørn Johannesen vegna áhugabólkin, sum stovanaði skúla, Gunnvá Højgaard Mohr vegna starvsfólkini, Gunvør Hofgaard fyri leiðsluna og Kári Johansen fyri Tórshavnar kommunu. 

Stýrið legði fram, at dentur hesi seinastu tvey árini hevur verið at tryggjað stovninum ein haldføran rakstur og at endurskoða fíggjar- og aðrar rakstrarskipanir. Hetta er eydnast væl, og næstu tvey árini er ætlanin at fokusera meira á visjónir og framtíðarætlanir. 

Lítliskúli er ein skúli í støðugari menning, og vit eru sannførd um, at samfelagið hevur tørv á okkara frálíka skúlatilboði. 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026