Seinastu tíðindi
13. juni

Takk fyri vitjanina á Summarmarknaðinum

Túsund takk fyri vitjanina tit øll sum komu framvið á Summarmarknaðinum, sum var í Lítlaskúla á Mentanarnáttini 7. juni.

Í eina góða viku undan Summarmarknaðinum høvdu næmingarnir evnisviku, har tey arbeiddu í fýra ymiskum verkstovum;

  • Prent - arbeitt varð við ymiskum sløgi av prenti, og prentað varð bæði á papír og toy. Eisini vóru vit og vitjaðu Steinprent, har vit lærdu meira um prent og fingu íblástur
  • Rabarbur & smúkkur - vit gjørdu smúkkur av ymiskum slagi, rabarbusúltutoy og rabarbusaft. Eisini bakaðu vit vaflur til Summarmarknaðin
  • Sjónleik & tónleik - vit arbeiddu við leikinum um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum. Nøkur vandu sjónleik, onnur vandu tónleik á ymiskum ljóðførum, og so vóru nøkur handan leiktjøldini sum syrgdu fyri búnum og øðrum tilhoyri
  • Tilhoyr - hendan verkstovan stóð fyri alskins praktiskum uppgávum, sum m.a. vóru at gera skeltir og pallsmíð, rokna prísir, gera og selja atgongumerkir, og kortleggja hvar ymisku virksemini skuldu vera.

Í frítíðarskúlanum vóru eisini ymiskar verkstovur uppundir Summarmarknaðinum, har børnini m.a. prýddu krukkur við turkaðum blómum, gjørdu kropsskrubb við kaffigruggi, plantaðu, gjørdu smúkkur og lyklaringar o.a.

Á sjálvum degnum bar til at keypa lutir, sum næmingarnir høvdu gjørt, fara á loppumarknað, hoyra góðan tónleik, telva ímóti føroyameistaranum í talvi, síggja sjónleik, fáa andlitsmáling, gera sær eitt grashøvd og ikki minst keypa sær okkurt gott úr kafé-ini.

Hugskotið til Summarmarknaðin er komið frá næmingaráðnum, sum hevur tikið stig til at savna pening til nýtt spælipláss til Lítlaskúla. Hetta er 2. árið á rað at skipað hevur verið fyri Summarmarknaði á Mentanarnáttini.

Við hesum myndum frá ársins Summarmarknaði vilja vit enn eina ferð takka fyri vitjanina og ynskja øllum eitt gott summar.


Takk fyri farna skúlaár
14.07.2025
Lesigleði
29.05.2025
Garðdagur
16.05.2025
Fyrst komu eggini...
02.05.2025
Vangamynd: Gunnvá
27.04.2025
Gleðiligar páskir
19.04.2025
Føstulávint 2025
10.03.2025
Nýtt spælipláss á økinum ímillum Lítlaskúla og Tjarnargarð
07.02.2025