Seinastu tíðindi
30. mai

Summarmarknaður á mentanarnáttini

Á mentanarnáttini fríggjadagin 7. Juni verður summarmarknaður í Lítlaskúla við alskyns spennandi virksemi fyri alla familjuni.


Her verða skapandi verkstaðir, framførslur, spæl, talv, andlitsmáling, bál, línugonga, sølubúð, kafé og loppumarknaður.


Skráin verður kunngjørd seinni, men longu nú ber til at bíleggja sær eitt borð til loppumarknaðin. Tað kostar 200kr, og verður bílagt við at senda teldupost á litliskuli@skulin.fo.


Hugskotið til at skipa fyri summarmarknaði kom frá næmingaráðnum í skúlanum í fjør. Tey ynsktu at skipa fyri tiltaki fyri at savna pening inn til at fríðka um skúlagarðin og betra um spæliplássið í skúlanum. Lítliskúli leggur stóran dent á at næmingarnir skulu hava ávirkan á sín gerandisdag í skúlanum m.a. við at leggja eitt miðvíst arbeiði í næmingarráðið og í so stóran mun sum gjørligt at samstarva við tey um at útinna teirra hugsjónir fyri skúlan. Summarmarknaðurin er eitt frálíkt dømi um hetta.

 

Fylg við dagføringum um summarmarknaðin á facebook vanganum hjá Lítlaskúla: https://www.facebook.com/profile.php?id=100063498765730 


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026