Seinastu tíðindi
10. mai

Garðdagur og ruddingardagur

Túsund takk fyri ein deiligan garðdag seinasta fríggjadag. So deiligt at síggja so nógv foreldur og onnur avvarðandi, sum ár eftir ár eru fús at hjálpa til við at rudda og fríðka um garðin hjá okkum. 

Hesa ferð var høvuðsuppgávan at taka gamla spæliplássið niður, og við nógvum góðum kreftum var hetta skjótt ornað. Harafturat varð m.a. lúkað, málað og feiðað, umframt at runnar vórðu skornir og hegn tikin niður.

Dagurin endaði við einari máltíð, har øll høvdu eitthvørt við til stóra sjálvtøkuborðið.

Mikudagin 8. mai var Lítliskúli við til almenna ruddingardagin hjá Tórshavnar kommunu, og tá fóru allir næmingar út at rudda okkara økið, sum er runt um skúlan, runt Tjarnagarð og Hoyvíkstjørn.

Í dag er lagdur frídagur, og vit ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskifti.


10 ára føðingardagur
25.08.2026
Skúla­byrjan 2026/­2027
10.08.2026
Góða summar­frítíð
17.07.2026
Ruddingardagur
06.05.2026
Filmur um Lítlaskúla
04.05.2026
Hondbóltslands­liðið vitjar
10.04.2026
Gleðiligar páskir
05.04.2026
Betri Vinir í Lítlaskúla
20.03.2026